FM1 sigur frá B36-Víkingur klokkan 16

Frásøgumaður hjá FM1 er Tróndur Arge

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum B36 og Víking á FM1. Dysturin byrjar klokkan 16.

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum B36 og Víking á FM1. Dysturin byrjar klokkan 16.

Fimti og seinasti dysturin í 13. umfari í Betrideildini verður spældur á Tórsvølli klokkan 16 seinnapartin.

B36 tekur móti Víkingi í einum dysti sum bæði liðini hava brúk fyri at vinna. B36 fyri ikki at enda ov langt frá oddinum, og Víkingur fyri at koma nærri heiðursmerkjaplássunum.

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

Ljóðsamrøður við umboð fyri B36 og Víking og hæddarpunkt koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. 

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum B36 og Víking á FM1. Dysturin byrjar klokkan 16.