Í kvøld klokkan 19 verður tann fyrra av tveimum hálvfinalum í kappingini um løgmanssteypið.
Við Løkin í Runavík møtast B36 og Víkingur.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
Klokkan 18 til 18.48 endursendur FM1 sendingina Fótbóltspanelið frá fríggjadegnum.
Øll kunnu hoyra FM1 HER
Beinleiðis tekstfrásøgn verður á in.fo í samstarvi við dystir.fo.
Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.