FM1 sigur frá badminton: Føroyar-Guernsey mánamorgun

Hálvfinalan í liðkappingini byrjar klokkan átta. Sjúrður H. Hoydal sigur frá, og Bjørg Djurhuus verður viðmerkjari

Sjúrður H. Hoydal sigur mánamorgun klokkan átta frá hálvfinaluni í liðkappingini í badminton millum Føroyar og Jersey

Sjúrður H. Hoydal sigur mánamorgun klokkan átta frá hálvfinaluni í liðkappingini í badminton millum Føroyar og Jersey

Í morgun royndi frásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal seg í leiklutinum sum frásøgumaður til dystin millum Føroyar og Jersey í kurvabólti, har Janus Jakobsen var ein hollur viðmerkjari.

Mánamorgun klokkan átta fer Sjúrður H. Hoydal á FM1 at siga frá einum klassikara í oyggjaleikahøpi í badminton, nevnliga Føroyar-Jersey. Talan er um hálvfinalana í liðkappingini. Seinni um dagin sigur Sjúrður frá finaluni ella bronsudystinum, alt eftir hvussu tað gongur hjá Føroyum í hálvfinaluni.

Viðmerkjari til dystarfrásagnirnar hjá Sjúrði, har talan er um best av fimm dystum verður Bjørg Djurhuus. Vertur og tøkningur heima í Føroyum verður Óli G. Samuelsen. 

Øll kunnu hoyra Sjúrð og Bjørg siga frá og viðmerkja á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

##med2##

Sjúrður H. Hoydal sigur mánamorgun klokkan átta frá hálvfinaluni í liðkappingini í badminton millum Føroyar og Jersey