FM1 sigur frá badminton: Føroyar-Man klokkan 14

Sjúrður H. Hoydal sigur frá bronsudystinum í liðkappingini í badminton millum Føroyar og Oynna Man

Klokkan 14 seinnapartin fer Sjúrður H. Hoydal á FM1 at siga frá bronsudystinum í liðkappingini í badminton millum Føroyar og Oynna Man.

Fyrr í dag taptu Føroyar 1-3 móti Guernsey aftaná nógvar javnar dystir og nógv jøvn sett, men ermasundsbúgvarnir høvdu meira neyvleika í avgerandi løtum í teimum flestu dystunum.

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Samrøður koma út á in.fo aftaná. In.fo fer at kunna um gongdina í bronsudystinum aftaná hvørt sett. 

##med2##