FM1 sigur frá badminton klokkan níggju hósmorgun

Rannvá Eysturoy, Gunnvá Jacobsen og Bartal Poulsen spæla øll hálvfinalu í einmansleiki klokkan níggju í morgin

Sjúrður H. Hoydal fer hósmorgunin klokkan níggju at siga frá badminton á oyggjaleikunum í Gibraltar

Sjúrður H. Hoydal fer hósmorgunin klokkan níggju at siga frá badminton á oyggjaleikunum í Gibraltar

Bartal Poulsen, Gunnvá Jacobsen og Rannvá D. Carlsson spæla øll hálvfinalur í einmansleiki í badminton í morgin klokkan níggju í badmintonhøllini á oyggjaleikunum í Gibraltar.

Sjúrður H. Hoydal fer at senda beinleiðis úr badmintonhøllini í Gibraltar í morgin klokkan níggju. Sjúrður kemur at siga frá einum dysti, og samstundis at kunnu um gongdina í hinum báðum dystunum har føroyingar kappast um at sleppa í finaluna. 

Øll kunnu hoyra sendingina á FM1 á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Samrøður við føroysku badmintonspælararnir koma út aftaná dystirnir eru lidnir.

##med2##

Sjúrður H. Hoydal fer hósmorgunin klokkan níggju at siga frá badminton á oyggjaleikunum í Gibraltar