Føroyar mugu vinna 3-0 á Íslandi í dystinum sum byrjar klokkan 17 í høllini á Hálsi í Havn, um Føroyar skulu vinna EM-kappingina fyri smátjóðir í mansflogbólti. Klokkan 14 spæla Skotland og Grønland. Tey flogbóltskønu vænta ein greiðan skotskan sigur har.
Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum millum Føroyar og Grønland. Jens Heri Bolstad Mortensen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
FM1 hoyrist umvegis internetið á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7; FM 91,7; FM 93,9; FM 95,5 og FM 98,7.
Ísland hevur seks stig og settmunin 6-1. Føroyar hava trý stig og settmunin 4-3, Skotland hevur trý stig og settmunin 4-4. Grønland hevur einki stig og settmunin 0-6.
Hæddarpunkt og samrøður við spælarar og venjara koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.