FM1 sigur frá EM í mansflogbólti fyri smátjóðir

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystunum hjá Føroyum móti Grønlandi, Skotlandi og Íslandi, ið verða spældir hetta vikuskiftið

Óli G. Samuelsen sigur frá øllum trimum dystunum Føroyar spæla í EM-kappingini í mansflogbólti fyri smátjóðir, ið verður leikt í høllini á Hálsi í Havn (Mynd: fbf.fo)

Óli G. Samuelsen sigur frá øllum trimum dystunum Føroyar spæla í EM-kappingini í mansflogbólti fyri smátjóðir, ið verður leikt í høllini á Hálsi í Havn (Mynd: fbf.fo)

Komandi vikuskiftið verður EM í mansflogbólti í høllini á Hálsi í Havn. Tað eru Føroyar, Grønland, Ísland og Skotland sum kappast.

Dystarskráin er hendan:

Fríggjadag 4. oktober:
Kl. 16.00 Skotland - Ísland
Kl. 18.30 Føroyar - Grønland

Leygardag 5. oktober:
Kl. 16.00 Ísland - Grønland
Kl. 19.00 Skotland - Føroyar

Sunnudag 6. oktober:
Kl. 14.00 Grønland - Skotland
Kl. 17.00 Føroyar - Ísland

Óli G. Samuelsen sigur frá øllum trimum dystunum føroyska manslandsliðið í flogbólti spælir hetta vikuskiftið. Fríggjadagin verður byrjað við upptaktssending klokkan 17.20 aftaná tíðindasendingin hjá FM1 er liðug.

Viðmerkjari til dystarfrásagnirnar hjá Óla G. Samuelsen verður royndi flogbóltsspælarin, Jens Heri Bolstad Mortensen. 

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Óli G. Samuelsen sigur frá øllum trimum dystunum Føroyar spæla í EM-kappingini í mansflogbólti fyri smátjóðir, ið verður leikt í høllini á Hálsi í Havn (Mynd: fbf.fo)