FM1 sigur frá Fleyr-Dráttur klokkan 19 í kvøld

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum í bólkaspælinum í steypakappingini hjá kvinnum

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum millum Fleyr og Drátt í steypakappingini hjá kvinnum klokkan 19 í kvøld (Savnsmynd)

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum millum Fleyr og Drátt í steypakappingini hjá kvinnum klokkan 19 í kvøld (Savnsmynd)

Klokkan 19 í kvøld spæla Fleyr og Dráttur í bólki 2 í steypakappingini hjá kvinnum.

Triðja liðið í bólkinum, Mjølnir vann 3-0 á Drátti, so vágakvinnur hava ryggin móti múrinum, og hava hart brúk fyri einum sigri.

Nummar eitt og tvey í bólkinum vinna seg í hálvfinaluna. 

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

Samrøður við umboð fyri Fleyr og Dráttur koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

 

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum millum Fleyr og Drátt í steypakappingini hjá kvinnum klokkan 19 í kvøld (Savnsmynd)