FM1 sigur frá Føroyar-Wales klokkan 17 í dag

Frásøgumaður hjá FM1 til EM-undankappingardystin millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Wales verður Sjúrður H. Hoydal

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá EM-undankappingardystinum hjá føroyska kvinnulandsliðnum móti Wales á Tórsvølli. Dysturin byrjar klokkan 17.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá EM-undankappingardystinum hjá føroyska kvinnulandsliðnum móti Wales á Tórsvølli. Dysturin byrjar klokkan 17.

Seinnapartin klokkan 17 spælir føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti EM-undankappingardyst móti Wales. Talan er um fyrsta dystin í hesari undankappingini.

Altjóða veddingarfyritøkur hava Wales sum risa favoritt til at vinna dystin.

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Frásøgumaður hjá FM1 verður Sjúrður H. Hoydal. Viðmerkjari verður fyrrverandi landsliðsmálverjin, núverandi málverjin hjá B36, og freelance-starvsfólkið hjá FM1, Jóna Nicolajsen.

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Aftaná dystin verða samrøður við venjara og spælarar hjá føroyska liðnum. Hesar samrøðurnar koma út á in.fo í kvøld. 

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá EM-undankappingardystinum hjá føroyska kvinnulandsliðnum móti Wales á Tórsvølli. Dysturin byrjar klokkan 17.