FM1 sigur frá fýra hondbóltslandsdystum komandi dagarnar

Hilmar Jan Hansen fer at siga frá fýra dystum hjá U17 manslandsliðnum í hondbólti móti Spania, Estlandi, Georgia og Ísrael

 

 

Royndi frásøgumaðurin hjá FM1, Hilmar Jan Hansen fer at siga frá fýra U17 manslandsdystum í hondbólti komandi dagarnar

Royndi frásøgumaðurin hjá FM1, Hilmar Jan Hansen fer at siga frá fýra U17 manslandsdystum í hondbólti komandi dagarnar

Eitt ógvuliga talentfult U17 manslandslið í hondbólti fer komandi dagarnar at taka lut í prestisjufullu European Open kappingini, ið verður í svenska býnum, Göteborg í komandi viku. 

Royndi frásøgumaðurin hjá FM1, Hilmar Jan Hansen fer at siga frá fýra av teimum fimm dystunum liðið fer at spæla komandi dagarnar. Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Skráin er hendan:

 

Rætting: Frammanundan stóð niðanfyri at dysturin Føroyar - Spania skuldi leikast klokkan 16.15. Tað er ikki rætt. Dysturin verður leiktur klokkan 17.15 føroyska tíð.

Mánadagin 1. juli:

Klokkan 11: FØROYAR-Noreg

Klokkan 17.15: FØROYAR-Spania (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Týsdagin 2. juli:

Klokkan 11: FØROYAR-Estland (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Mikudagin 3. juli:

Klokkan 9.45: FØROYAR-Georgia (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Klokkan 15.30: FØROYAR-Ísrael (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Landsliðshópurin:


Málverjar:
Pauli Jacobsen, Skanderborg
Brandur Silvurstein, Skjern

Vinstri vongur:
Baldur Gillason, Skjern
Janus Dam Djurhuus, Skjern
Kristoffur Bjørgvin, Oure

Høgri vongur:
Bogi Hansen, Skjern
Hákun West av Teigum, Skanderborg

Vinstri bakkur:
Pauli Mittún, Skjern
Ovi Lutzen, Kyndil

Spæliskiparar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu, Skanderborg
Rói Ellefsen á Skipagøtu, Ikast/KFUM

Høgri bakkur:
Brian Slyne, Skjern
Sveinur Olafsson, H71

Strikuleikarar:
Ragnar Karlsson, Oure
Viktor Gaini, VIES
Sakir Frýdal, H71

##med2##

Royndi frásøgumaðurin hjá FM1, Hilmar Jan Hansen fer at siga frá fýra U17 manslandsdystum í hondbólti komandi dagarnar

U17 manslandsliðið í hondbólti (Mynd: hsf.fo)