FM1 sigur frá fyrstu FM-finaluni í kvøld

FM1 sigur beinleiðis frá fyrstu finaluni í SMS-deildini ímillum Kyndil og VÍF

FM1 sigur beinleiðis frá, tá ið Durita C. Jojic og Turið Arge Samuelsen bresta saman í fyrstu FM-finaluni í kvøld

FM1 sigur beinleiðis frá, tá ið Durita C. Jojic og Turið Arge Samuelsen bresta saman í fyrstu FM-finaluni í kvøld

Eftir drúgva røð av finalum í mansdeildini er nú tíð til FM-finalurnar í kvinnudeildini.

Í kvøld klokkan 20.00 spæla Kyndil og VÍF í Høllini á Hálsi, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

Finalurnar í kvinnudeildini eru skipaðar eins og seinastu árinin, har tað ið fyrsta lagið snýr seg um at hava í minsta lagið trý stig eftir tveir dystir.

Teir báðar finalurnar verða leiktar í kvøld klokkan 20.00 á Hálsi og leygardagin klokkan 18.00 í ítrottarhøllini í Vestmanna.

Stendur á jøvnum eftir báðar finalurnar, verður ein triðja finala leikt sunnudagin í Vestmanna.

 

FM1 sigur beinleiðis frá øllum finalunum. Til ber at lurta umvegis alnótina á www.midlar.fo, ella umvegis FM-radio. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.

 

 

 

FM1 sigur beinleiðis frá, tá ið Durita C. Jojic og Turið Arge Samuelsen bresta saman í fyrstu FM-finaluni í kvøld