FM1 sigur frá H71-KÍF klokkan 20 í kvøld

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini

 

 

 

 

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum í Faxe Kondi kappingini hjá monnum millum H71 1 og KÍF í Hoyvíkshøllini í kvøld klokkan 20

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum í Faxe Kondi kappingini hjá monnum millum H71 1 og KÍF í Hoyvíkshøllini í kvøld klokkan 20

Skulu H71 1 og VÍF ikki hava ein motorveg til hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini er neyðugt, at KÍF vinnur í Hoyvíkshøllini móti H71 í kvøld. Soleiðis er støðan aftaná fyrsta umfarið:

KÍF tapti við níggju málum móti VÍF, og H71 1 vann við 14 málum móti H71 2. Tapir KÍF í kvøld er lítið at ivast í, at so verða tað H71 1 og VÍF sum vinna seg víðari til hálvfinalurnar.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá alt avgerandi dystinum millum H71 1 og KÍF í Hoyvíkshøllini, ið byrjar klokkan 20 í kvøld.

Samrøður við umboð fyri H71 1 og VÍF koma út á in.fo aftaná dystin.

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu freksvensirnir hjá FM1 eru  FM 88,7 (Norðurøkið), FM 91,7 (Suðurstreymoy), FM 93,9 (Skálafjørður), FM 95,5 (Sundalagið) og FM 98,7 (Suðurstreymoy).

 

Úrslit og støðan:

1. H71 1 1 dystur 35-21 +14  2 stig

2. VÍF 1 dystur 36-27 +9  2 stig

---------------------------------------------

3. KÍF 1 dystur 27-36 -9  0 stig

4. H71 2 1 dystur 21-35 -14  0 stig

 

Sunnudagur 19.01.20 kl. 16.00 VÍF – KÍF 36-27

Sunnudagur 19.01.20 kl. 16.00 H71 2 – H71 21-35

Mikudagur 22.01.20 kl. 20.00 H71 – KÍF

Leygardagur 25.01.20 kl. 18.00 VÍF – H71 2

Leygardagur 01.02.20 kl. 18.00 KÍF – H71 2

Sunnudagur 02.02.20 kl. 16.00 H71 – VÍF 

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum í Faxe Kondi kappingini hjá monnum millum H71 1 og KÍF í Hoyvíkshøllini í kvøld klokkan 20