FM1 sigur frá HM-dystunum móti Litava, Slovakia og Luksemborg

Fríggjadagin klokkan 16 sigur Sjúrður H. Hoydal beinleiðis frá dystinum Litava-Føroyar á FM1

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá trimum HM-undanundankappingardystum í manshondbólti á FM1 hetta vikuskiftið

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá trimum HM-undanundankappingardystum í manshondbólti á FM1 hetta vikuskiftið

Trúgvi og drúgvi hondbóltsfrásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal er staddur í Luksemborg, og hann fer at siga frá trimum HM-undanundankappingardystum, ið føroyska manslandsliðið í hondbólti spælir.

Fríggjadagin klokkan 16 er Litava mótstøðuliðið. Leygardagin klokkan 14 er Slovakia mótstøðuliðið, og sunnudagin klokkan 16.30 er vertstjóðin, Luksemborg mótstøðuliðið.

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Samrøður við venjara og spælarar koma út á in.fo tá dystirnir eru leiktir.

Vanliga sendingin "SportBoxin" á FM1 verður bert heilt stutt millum klokkan 15.10 og 15.30. Frá klokkan 15.30 er landsliðshondbóltur á skránni á FM1.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá trimum HM-undanundankappingardystum í manshondbólti á FM1 hetta vikuskiftið