FM1 sigur frá ÍF-NSÍ klokkan 18.30 í kvøld

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum. Bartal Eliasen verður viðmerkjari

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum ÍF og NSÍ (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum ÍF og NSÍ (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

Ein útsettur dystur frá fimtanda umfari í betrideildini hjá monnum verður spældur í Fuglafirði í kvøld klokkan 18.30. 

ÍF á aftasta plássi við fimm stigum tekur móti NSÍ, ið liggur triðfremst við 36 stigum. Vinnur NSÍ fara runavíkingar framum KÍ og B36, ið hava 38 stig hvør. Vinnur ÍF kunnu teir hála væl inn á EB/Streym, ið liggur næstaftast við níggju stigum.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum ÍF og NSÍ á FM1. Viðmerkjari verður Bartal Eliasen.

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. Ljóðsamrøður við umboð fyri ÍF og NSÍ koma út á in.fo seinni í kvøld. 

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum ÍF og NSÍ (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)