FM1 sigur frá KÍ-B36 klokkan 19 í kvøld

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá útsetta dystinum á FM1

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og B36 á FM1 í kvøld

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og B36 á FM1 í kvøld

Í kvøld klokkan 19 verður ein útsettur dystur frá 15. umfari í Betrideildini hjá monnum, ið samstundis er ein dystur í oddinum í deildini.

KÍ sum er nummar trý við 39 stigum tekur móti B36 sum er nummar tvey við 41 stigum. KÍ hevur tó leikt ein dyst færri enn B36.

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar aftaná tíðindasendingini sum verður klokkan 18.30.

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Samrøður við umboð fyri KÍ og B36 koma út á in.fo seinni í kvøld.

In.fo hevur eisini beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og B36 á FM1 í kvøld