FM1 sigur frá KÍ-HB og B36-Skála klokkan 15

Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá dystunum, ið verða spældir í Klaksvík og í Havn

Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá dystunum KÍ-HB og B36-Skála á FM1 seinnapartin klokkan 15

Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá dystunum KÍ-HB og B36-Skála á FM1 seinnapartin klokkan 15

Fimm dystir verða leiktir í Betrideildini hjá monnum í dag.

Klokkan 15 verða tríggir dystir spældir. Frásøgumennirnir hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge siga frá í Klaksvík har KÍ og HB spæla, og á ovara vølli í Gundadali í Havn har B36 og Skála spæla. Kunnað verður um gongdina í dystinum millum TB og AB við Stórá í Trongisvági. In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum trimum dystunum.

Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Klokkan 17 byrjar dysturin millum Víking og ÍF í Sarpugerði í Norðragøtu, Klokkan 19 byrjar dysturin millum NSÍ og EB/Streym við Løkin í Runavík. In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá hesum báðum dystunum. 

 

 

Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá dystunum KÍ-HB og B36-Skála á FM1 seinnapartin klokkan 15