FM1 sigur frá KÍ-ÍF klokkan 19 í kvøld

Tróndur Arge sigur frá dystinum millum verandi FM-vinnarar, KÍ og ÍF

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og ÍF á FM1 í kvøld klokkan 19

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og ÍF á FM1 í kvøld klokkan 19

Ein dystur verður leiktur í Betrideildini í kvøld.

Klokkan 19 taka verandi FM-vinnarar, KÍ móti ÍF við Djúpumýru í Klaksvík.

Fyri KÍ hevur tað sera stóran týdning at vinna, so frástøðan til HB ikki gerst ov stór í oddinum av deildini.

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Ljóðsamrøður við umboð fyri KÍ og ÍF og hæddarpunkt koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.

In.fo hevur saman við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

 

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og ÍF á FM1 í kvøld klokkan 19