FM1 sigur frá KÍ-NSÍ klokkan 15 og Víkingur-B36 klokkan 17

Frásøgumenn hjá FM1 vera Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal

Tróndur Arge er annar av frásøgumonnunum hjá FM1

Tróndur Arge er annar av frásøgumonnunum hjá FM1

Fýra dystir vera leiktir í Betrideildini seinnapartin, og FM1 sigur beinleiðis frá tveimum av hesum fýra dystunum.

Klokkan 15 sigur Tróndur Arge beinleiðis frá uppgerðini millum nummmar trý og tvey á stigatalvuni, KÍ og NSÍ sum bæði hava 12 stig fyri fimm dystir. Tveir aðrir dystir byrja klokkan 15. FM1 hevur Magnus Jørmundsson sum heimildarmann til dystin millum ÍF og AB í Fuglafirði, og Fróða Reinert Petersen sum heimildarmann til dystin millum EB/Streym og Skála við Margáir í Streymnesi.

Klokkan 17 sigur Sjúrður H. Hoydal beinleiðis frá dystinum millum Víking og B36 í Sarpugerði í Norðragøtu. Teitur Joensen verður viðmerkjari.

Í fyrra hálvleiki í Sarpugerði og í steðginum verða stuttar samrøður við umboð fyri tey ymisku liðini sum hava leikt dyst millum klokkan 15 og 17. 

Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fýra dystunum.

Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

 

 

Tróndur Arge er annar av frásøgumonnunum hjá FM1