Suni: Vit blokkaðu ov illa

OYGGJALEIKIR: Hoyr Suna Juul Petersen taka samanum 1-3 tapið hjá flogbóltsmonnunum ímóti Álandi

Føroysku flogbóltsmennirnir taptu 1-3 ímóti Álandi

Føroysku flogbóltsmennirnir taptu 1-3 ímóti Álandi

Áland vann ein uppibornan 3-1 sigur í flogbóltsbólkafinaluni bólki B. 

 

Føroysku flogbóltsmennirnir vunnu fyrsta sett 25-21, men tey næstu settini vóru tapt 20-25, 21-25 og 23-25.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Suna Juul Petersen aftaná dystin. 

 

Suni Juul Petersen heldur, at teir blokkaðu alt ov illa, og servurnar vóru heldur ikki á tí støðinum hann hevði ynskt. Nú ásannar Suni Juul Petersen, at tað verður sera torført ímóti Saareema í hálvfinaluni, og tað fer at krevja eitt framúr gott avrik at koppa sterka liðnum úr Eystrasalti.