FM1 sigur frá KÍ-Riteria og HB-HJK í í kvøld

KÍ spælir klokkan 18 og HB spælir klokkan 19. Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá dystunum

Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá heimadystunum hjá HB og KÍ á FM1 í kvøld

Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá heimadystunum hjá HB og KÍ á FM1 í kvøld

Í kvøld eru tveir evropeiskir dystir á skránni. Dysturin í Gundadali í Champions League undankappingini millum HB-HJK Helsinki byrjar klokkan 19.00, meðan dysturin á Svangaskarði í Europa League undankappingini millum KÍ-Riteriai byrjar klokkan 18.00.

HB er aftanfyri 0-3 frá fyrra dystinum, men fer at stríðast fyri í minsta lagi at vinna føroyska roknskapinum stig. KÍ hevur ein góðan møguleika at vinna seg víðari í Europa League undankappingini aftaná 1-1 á útivølli í tí fyrra dystinum. 

FM1 sigur frá báðum dystunum. Frásøgumenn verða Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal. Sendingin byrjar klokkan 17.55.

Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

In.fo hevur tekstfrásøgn frá báðum dystunum. Samrøður við umboð fyri HB og KÍ koma út á in.fo í kvøld. 

Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá heimadystunum hjá HB og KÍ á FM1 í kvøld