FM1 sigur frá KÍF-Team Klaksvík klokkan 20 í kvøld

Dysturin millum kollfirðingar og klaksvíkingar er sera týðandi í kappingini at røkka FM-hálvfinalunum

Nú er støðan í kapprenningini um fjórða plássið í Burn Mansdeildini: KÍF 15 stig og Team Klaksvík 13 stig. Vinna klaksvíkingar í Kollafirði í kvøld klokkan 20 verður talan um ein sera spennandi endaspurt um fjórða plássið. Vinnur KÍF hinvegin er tann seinasti spenningurin farin úr spenningsbalónini.

Frásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍF og Team Klaksvík, ið byrjar í kvøld klokkan 20. 

Samrøður við umboð fyri KÍF og Team Klaksvík koma út á in.fo tá dysturin er liðugur. 

Øll kunnu hoyra FM1 HER