FM1 sigur frá Kyndil-H71 - kvinnur og menn sunnudagin

Dysturin millum Kyndil og H71 í SMS-deildini byrjar klokkan 14, og dysturin í Okkaradeildini byrjar klokkan 16

Sjúrður H. Hoydal sigur frá báðum dystunum millum Kyndil og H71 í høllini á Hálsi í Havn í morgin klokkan 14, og klokkan 16

Sjúrður H. Hoydal sigur frá báðum dystunum millum Kyndil og H71 í høllini á Hálsi í Havn í morgin klokkan 14, og klokkan 16

Sunnudagin sigur FM1 beinleiðis frá tveimum hondbóltsdystum.

Klokkan 14 sigur Sjúrður H. Hoydal frá dystinum í SMS-deildini millum Kyndil og H71. Bæði liðini hava 12 stig og liggja tvey stig aftanfyri oddaliðið, VÍF.

Klokkan 16 sigur Sjúrður H. Hoydal frá dystinum í Okkaradeildini millum Kyndil og H71. H71 er á odda við 12 stigum. Kyndil liggur næstniðast við fýra stigum. 

Báðir dystirnir vera spældir í høllini á Hálsi í Havn.

Samrøður við umboð fyri Kyndil og H71 koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

 

 

Sjúrður H. Hoydal sigur frá báðum dystunum millum Kyndil og H71 í høllini á Hálsi í Havn í morgin klokkan 14, og klokkan 16