FM1 sigur frá landsliðsflogbólti fyrrapartin leygardagin

Kvinnurnar hjá Føroyum og Skotlandi spæla klokkan 10. Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum á FM1

Óli G. Samuelsen verður tíðliga á fótum fyri at siga frá flogbóltslandsdystinum millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Skotlandi. Dysturin byrjar klokkan 10.

Óli G. Samuelsen verður tíðliga á fótum fyri at siga frá flogbóltslandsdystinum millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Skotlandi. Dysturin byrjar klokkan 10.

Klokkan 10 í morgin spæla Føroyar bólkafinalu móti Skotlandi í bólki B í smálandakappingini í kvinnuflogbólti, ið er í Luksemborg í hesum døgum.

 

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7. 

 

Fyrr í dag vunnu Føroyar 3-0 á Írlandi.

 

Hæddarpunkt og samrøður koma út á in.fo aftaná dystin móti Skotlandi.

Óli G. Samuelsen verður tíðliga á fótum fyri at siga frá flogbóltslandsdystinum millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Skotlandi. Dysturin byrjar klokkan 10.