FM1 sigur frá Neistin-H71 - bæði í SMS og í Okkaradeildini

Dysturin í SMS-deildini byrjar klokkan 14, og dysturin í Okkara-deildini byrjar klokkan 16

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá báðum dystunum millum Neistan og H71 í ávikavist SMS-deildini og Okkara-deildini (Savnsmynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá báðum dystunum millum Neistan og H71 í ávikavist SMS-deildini og Okkara-deildini (Savnsmynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

Sunnudagin sigur FM1 beinleiðis frá tveimum hondbóltsdystum.

Klokkan 14 sigur Sjúrður H. Hoydal frá dystinum í SMS-deildini millum Neistan og H71 í høllini á Hálsi í Havn.

Klokkan 16 sigur Sjúrður H. Hoydal frá dystinum í Okkara-deildini millum Neistan og H71, ið eisini verður leiktur í høllini á Hálsi í Havn.

Ljóðsamrøður við umboð fyri Neistan og H71, kvinnur og menn koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo.  Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá báðum dystunum millum Neistan og H71 í ávikavist SMS-deildini og Okkara-deildini (Savnsmynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)