FM1 sigur frá Neistin-H71 og VÍF-Kyndil klokkan 20 í kvøld

Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge siga beinleiðis frá fyrru hálvfinalunum í Faxe Kondi kappingini hjá monnum

Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge siga beinleiðis frá hálvfinalunum í Faxe Kondi kappingini hjá monnum í kvøld klokkan 20

Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge siga beinleiðis frá hálvfinalunum í Faxe Kondi kappingini hjá monnum í kvøld klokkan 20

Í kvøld klokkan 20 vera fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá monnum leiktar.

Í høllini á Hálsi í Havn møttast Neistin og H71. Í høllini í Vestmanna tekur VÍF móti Kyndli. 

FM1 sigur beinleiðis frá báðum dystunum. Frásøgumenn vera Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge.

Samrøður við umboð fyri Kyndil, VÍF, H71 og Neistan koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Returdystirnir vera spældir sunnudagin klokkan 16.

Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge siga beinleiðis frá hálvfinalunum í Faxe Kondi kappingini hjá monnum í kvøld klokkan 20