FM1 sigur frá Neistin-StÍF (SMS) sunnudagin klokkan 14

Neistin liggur á triðja plássi, og StÍF liggur á fjórða plássi í SMS-deildini

Í morgin sigur FM1 aftur beinleiðis frá hondbólti.

Frásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum í SMS-deildini millum Neistan, ið liggur á triðja plássi við 18 stigum og StÍF, ið liggur á fjórða plássi við 13 stigum.

Dysturin hevur serliga stóran týdning fyri StÍF sum liggur trý stig frammanfyri VÍF. Fýra tey fremstu liðini í SMS-deildini vinna seg í FM-hálvfinalurnar.

Samrøður við umboð fyri Neistan og StÍF koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.

Klokkan 15 tekur Stjørnan móti H71. Somuleiðis klokkan 15 tekur VB móti Kyndli suðuri í Vági.

Øll kunnu hoyra FM1  HER

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL133672699822
 H71133823463619
 NEISTIN133873048318
 STÍF14400405-513
 VÍF13336356-2010
 VB14334428-948
 STJØRNAN14340438-984