FM1 sigur frá NSÍ-KÍ klokkan 19 í kvøld

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá sera týðandi dystinum í FM-stríðnum millum NSÍ og KÍ við Løkin í Runavík

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum NSÍ og KÍ við Løkin í Runavík í kvøld klokkan 19

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum NSÍ og KÍ við Løkin í Runavík í kvøld klokkan 19

Nummar tvey og trý, NSÍ og KÍ, ið bæði hava 48 stig í Betrideildini hjá monnum og liggja fimm stig aftanfyri B36 spæla ein útsettan dyst við Løkin í Runavík í kvøld klokkan 19.

Fyri bæði liðini hevur tað týdning at vinna fyri betur at kunna elta B36 í FM-stríðnum.

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar klokkan 18.50.

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Samrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo aftaná dystin.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum NSÍ og KÍ við Løkin í Runavík í kvøld klokkan 19