FM1 sigur frá øllum fimm Betrideildardystunum hetta vikuskiftið

Sagt verður frá Víkingur-NSÍ í kvøld klokkan 19. Sagt verður frá trimum dystum leygardagin, og sagt verður frá AB-HB sunnudagin klokkan 15

Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga frá øllum fimm dystunum í Betrideildini hjá monnum hetta vikuskiftið

Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga frá øllum fimm dystunum í Betrideildini hjá monnum hetta vikuskiftið

FM1 hevur áður megnað at sagt frá trimum og fýra av fimm dystum í bestu mansdeildini í einum og sama umfari.

At siga frá øllum fimm dystunum í einum og sama umfari er ikki gjørt áður, men tað verður gjørt hetta vikuskiftið.

Frásøgumennirnir hjá FM1, Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga frá øllum fimm dystunum, ið verða leiktir í Betrideildini hetta vikuskiftið.

Dystirnir eru:

Fríggjakvøld klokkan 19: Víkingur-NSÍ

Leygardagin klokkan 14: B36-Skála

Leygardagin klokkan 16: ÍF-KÍ

Leygardagin klokkan 18: EB/Streymur-TB

Sunnudagin klokkan 15: AB-HB

Klokkan 15.10 í dag verður stórt fótbóltspanel sent úr Sarpugerði í Norðragøtu.

Øll kunnu hoyra sendingarnar og beinleiðis frásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga frá øllum fimm dystunum í Betrideildini hjá monnum hetta vikuskiftið