FM1 sigur frá Skála-Víkingur og AB-KÍ

Allir dystirnir í Betrideildini hjá monnum byrja klokkan 15

Tróndur Arge og Petur Asbjørn Lervig siga beinleiðis frá dystunum AB-KÍ og Skála-Víkingur á FM1 seinnapartin

Tróndur Arge og Petur Asbjørn Lervig siga beinleiðis frá dystunum AB-KÍ og Skála-Víkingur á FM1 seinnapartin

FM1 sigur frá tveimum dystum í Betrideildini hjá monnum seinnapartin.

Sendingin byrjar klokkan 14 tá sendingin "Fótbóltspanelið" frá fríggjadegnum verður endursent. Gestur var Teitur Joensen, fótbóltsviðmerkjari.

Tróndur Arge sigur frá dystinum úti í Vika á Argjum millum AB og oddaliðið, KÍ. Petur Asbjørn Lervig sigur frá dystinum á Skála millum Skála og Víking, ið eru nummar tvey og nummar trý á stigatalvuni. Fylgt verður við gongdini í hinum trimum dystunum EB/Streymur-HB, B36-ÍF og TB-NSÍ. Allir dystirnir byrja klokkan 15.

Aftaná klokkan 17 byrjar sendingin "Triði Hálvleikur". Í sendingini verður prátað við Jens Martin Knudsen (NSÍ), Stefan Radosavljevic (TB), Jákup á Borg (B36), Hans Jørgen Djurhuus (ÍF), Jákup Martin Joensen (EB/Streymur) og Rasmus Nolsøe (HB), umframt samrøður frá Tróndi Arge og Peturi Asbjørn Lervig, har prátað verður við umboð fyri AB, KÍ, Skála og Vìking. Besta smsið sum kemur inn til sendingina á nummar 559999 vinnur tvey atgongumerki til John Mogensen konsertina, ið verður í høllini á Hálsi í Havn, leygarkvøldið 18. mai.

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum. 

 

 

 

 

Tróndur Arge og Petur Asbjørn Lervig siga beinleiðis frá dystunum AB-KÍ og Skála-Víkingur á FM1 seinnapartin