Leygarkvøldið klokkan 18 tekur Stjørnan móti H71 í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum.
H71 fekk eina góða byrjan uppá bólkin við at vinna greiðan 34-26 sigur á VB í Hoyvíkshøllini.
Stjørnan misti sera óheppið eitt gott stig móti dystarenda í høllini á Hálsi í Havn, tá tær taptu sera tepurt 23-24 til Neistan uppá eitt brotskast í seinasta sekundi.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
Samrøður við umboð fyri Stjørnuna og H71 koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.
Leygardagur 23.01.21 kl. 18.00 Stjørnan – H71 (FM1 sigur frá dystinum)
Sunnudagur 24.01.21 kl. 14.00 Neistin – VB (FM1 sigur frá dystinum)
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 H71 – Neistin
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 VB – Stjørnan
Øll kunnu hoyra FM1 HER