FM1 sigur frá stórsteypadystinum HB-NSÍ sunnudagin

Fótbóltsfrásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge sigur frá fyrsta fótbóltsdystinum á FM1 í 2021 klokkan 16 sunnudagin

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá stórsteypadystinum millum HB og NSÍ á FM1. Dysturin byrjar klokkan 16

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá stórsteypadystinum millum HB og NSÍ á FM1. Dysturin byrjar klokkan 16

Seinnapartin klokkan 16 sunnudagin verður tann fyrsti almenni dysturin í føroyskum fótbólti í 2021.

Talan er um stórsteypadystin á Tórsvølli millum greipuvinnararnar, HB og NSÍ, ið vann silvur í landskappingini í fjør.

Lions Club í Føroyum skipar saman við Fótbóltssambandi Føroya fyri stórsteypadystinum. Innkomni peningurin frá stórsteypadystinum fer til “Øll hava rætt til góð barnaár”.

Frásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge sigur beinleiðis frá stórsteypadystinum á FM1. 

Hæddarpunkt og samrøður við umboð fyri HB og NSÍ koma út á in.fo tá dysturin er liðugur. 

Øll kunnu hoyra FM1 HER

Mikukvøldið 3. mars klokkan 20 sigur FM1 frá dystinum í Burn mansdeildini millum KÍF og Team Klaksvík í Kollafirði. 

 

 

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá stórsteypadystinum millum HB og NSÍ á FM1. Dysturin byrjar klokkan 16