FM1 sigur frá tveimum flogbóltsdystum leygardagin

Óli G. Samuelsen sigur frá Mjølnir-TB, kvinnur klokkan 15, og hann sigur frá Mjølnir-SÍ, menn klokkan 18.30

Eisini hendan veturin fer Óli G. Samuelsen at siga frá beinleiðis flogbólti í meistaradeildunum í flogbólti

Eisini hendan veturin fer Óli G. Samuelsen at siga frá beinleiðis flogbólti í meistaradeildunum í flogbólti

Landskappingin í flogbólti byrjar í morgin, leygardagin og FM1 er við frá fyrsta bríksli.

Flogbóltsfrásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen sigur frá tveimum dystum í meistaradeildunum í flogbólti á FM1 í morgin.

Klokkan 15 sigur Óli frá dystinum millum Mjølnir og TB í meistaradeildini hjá kvinnum. Dysturin verður spældur í Badmintonhøllini í Klaksvík.

Klokkan 18.30 sigur Óli frá dystinum millum Mjølnir og SÍ í meistaradeildini hjá monnum. Dysturin verður spældur í Badmintonhøllini í Klaksvík.

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Samrøður við umboð fyri Mjølnir, TB og SÍ koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

 

1. leikumfar í Meistaradeldini hjá kvinnum:

Nr.DeildDagurDagf.Lið-LiðStaðurKl.Dómarar
1MKley09-11-19-KÍFSørvágur14.00Dráttur
2MKley09-11-19Mjølnir-TBBadmintonhøllin15.00Fleyr
3MKsun10-11-19Dráttur-FleyrGiljanes13.00

 

 1. umfar í Meistaradeildini hjá monnum:

Nr.DeildDagurDagf.Lið-LiðStaðurKl.Dómarar
101MMley09-11-19ÍF-FleyrKambsdalur14.00Mjølnir
102MMley09-11-19Mjølnir-Badmintonhøllin18.30Fleyr

Eisini hendan veturin fer Óli G. Samuelsen at siga frá beinleiðis flogbólti í meistaradeildunum í flogbólti