FM1 sigur frá U17 European Open finaluni í Gøteborg

Finalan í European Open kappingini millum Føroyar og Svøríki byrjar klokkan 19.30 í kvøld

Helgi H. Hoydal og Hilmar Jan Hansen siga frá European Open finaluni Føroyar-Svøríki á FM1 í kvøld (Mynd: Anna Dam)

Helgi H. Hoydal og Hilmar Jan Hansen siga frá European Open finaluni Føroyar-Svøríki á FM1 í kvøld (Mynd: Anna Dam)

Í kvøld klokkan 19.30 verður ein stór løta fyri allar Hondbóltsføroyar. Tá spælir framúrskarandi U17 manslandslið okkara finalu í European Open kappingini í Gøteborg í Svøríki.

Finalan verður spæld í kendu marghøllini, Scandinavium sum kann hýsa 8.000 áskoðarum. 

Royndi frásøgumaðurin, Hilmar Jan Hansen og gløggi viðmerkjarin, Helgi H. Hoydal siga beinleiðis frá dystinum á FM1.

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Samrøður koma út á in.fo seinni í kvøld.

Helgi H. Hoydal og Hilmar Jan Hansen siga frá European Open finaluni Føroyar-Svøríki á FM1 í kvøld (Mynd: Anna Dam)