FM1 sigur frá Víkingur-KÍ klokkan 15 og AB-NSÍ klokkan 17

Fótbóltssendingin á FM1 byrjar klokkan 13.40 í dag

Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá fótbólti á FM1 seinnapartin millum klokkan 15 og klokkan 19

Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá fótbólti á FM1 seinnapartin millum klokkan 15 og klokkan 19

Drúgv fótbóltssending verður á FM1 seinnapartin í dag.

Millum klokkan 13.40 og 14.55 verður størsti parturin av sendingini "Fótbóltspanelið" endursendur. Gestir vóru Helgi L. Petersen og Rasmus Nolsøe.

FM1 sigur frá tveimum dystum, og fylgir gongdini í tveimum dystum í Betrideildini hjá monnum seinnapartin. 

Sunnudagin klokkan 15: Víkingur-KÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Sunnudagin klokkan 15: ÍF-TB

Sunnudagin klokkan 15: Skála-HB

Sunnudagin klokkan 17: AB-NSÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Frásøgumenn hjá FM1 vera Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal.

Prátað verður við umboð fyri øll átta liðini, ið eru í leiki í dag. Hæddarpunkt og ljóðsamrøður koma út á in.fo tíðliga í kvøld. 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fýra dystunum. 

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

 

 

 

Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá fótbólti á FM1 seinnapartin millum klokkan 15 og klokkan 19