FM1 sigur frá Víkingur-NSÍ

Beinleiðis fótbóltssendingin á FM1 byrjar klokkan 14.55

Tróndur Arge sigur frá dystinum í oddinum millum Víking og NSÍ

Tróndur Arge sigur frá dystinum í oddinum millum Víking og NSÍ

Seinnapartin fer Tróndur Arge at siga beinleiðis frá dystinum í oddinum í betrideildini hjá monnum millum Víking og NSÍ í Sarpugerði í Norðragøtu sum byrjar klokkan 15.

Óli G. Samuelsen verður tøkningur og studiovertur, og hann fer at ringja til heimildarmenn á Skála og á Eiði. Dystirnir EB/Streymur-TB og Skála-AB byrja eisini klokkan 15.

Av tí, at fult umfar ikki er í dag verður ein styttri "Triði Hálvleikur" aftaná klokkan 17, har Óli G. Samuelsen fer at práta við umboð fyri EB/Streym, TB, Skála og AB.

Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

In.fo hevur beinleiðis frásøgn frá øllum dystunum.

Samrøður við umboð fyri Víking, NSÍ, EB/Streym, TB, Skála og AB koma út á in.fo seinni í kvøld. 

Tróndur Arge sigur frá dystinum í oddinum millum Víking og NSÍ