FM1: Sigursmálið hjá Adrian og samrøða við HB-venjaran

(FM1) Hoyr hvussu Adrian Justinussen bjargaði HB trý stig móti EB/Streymi, og hoyr Jens Bertil Askou seta orð á sigurin

 

##med2##

HB var betra liðið í dystinum móti EB/Streymi á ovara vølli í Gundadali í dag, men móti dystarenda móti Teitur Matras Gestsson diska upp við einari fantombjarging.

Tann bjargingin, og góða frísparksmálið hjá Adrian Justinussen í 26. minutti vóru avgerandi faktorar í 1-0 sigrinum hjá HB á EB/Streymi í dag.

Jens Bertil Askou, høvuðsvenjari hjá HB heldur, at HB var tað betra og spælstýrandi liðið, men hann staðfestir, at meir má fáast burturúr málmøguleikunum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá sigursmálinum hjá Adriani Justinussen. Teitur Joensen var viðmerkjari. Hoyr eisini Teit Joensen taka samanum dystin, og hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Jens Bertil Askou. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjara hjá EB/Streymi. 

(Sigursmálið HB-EB/Streymur 1-0, samanumtøka: Teitur Joensen, samrøða: Jens Bertil Askou)