FM1: Sigursmálið hjá HB og samrøða við málskjúttan

(FM1) Hoyr hvussu Ari Mohr Olsen sendi HB í steypafinaluna, og hoyr hann seta orð á tað. Hoyr eisini Jóannes Bjartalíð hjá KÍ

HB-spælararnir og HB-viðhaldsfjøldin fegnast um málið hjá Ara Mohr Olsen

HB-spælararnir og HB-viðhaldsfjøldin fegnast um málið hjá Ara Mohr Olsen

##med2##

HB verður aftur partur av finaluni um løgmanssteypið í ár, har teir koma at møta antin Víkingi ella Skála. Tað er veruleiki aftaná 1-0 sigurin á KÍ á útivølli, og samlaða 2-1 sigurin. Ari Mohr Olsen skoraði sigursmálið beint áðrenn 90 minuttir vóru farnir av dystinum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá sigursmálinum hjá Ara Mohr Olsen. Oddbjørn Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein vónbrotnan Jóannes Bjartalíð hjá KÍ, ið heldur, at tað var sera súrt at missa steypafinaluplássið á stokkinum, og hann helt, at hann og liðfelagarnir høvdu gjørt meir enn nóg mikið til at megna 0-0.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein sera fegnan sigursmálskjútta hjá HB, Ara Mohr Olsen sum hevur fingið tað til ein vana at skora avgerandi mál móti KÍ. Ari Mohr Olsen slær fast, at tað er altíð stuttligt at skora móti KÍ, serliga norðuri í Klaksvík.

4) Hoyr Oddbjørn Joensen taka samanum dystin. Oddbjørn undrast á hví KÍ lagar seg eftir HB, og ikki heldur spælir framrættaða spælið sum liðið hevur víst í dystum móti fleiri øðrum liðum. Oddbjørn heldur hinvegin, at HB helt seg til sín stíl og sína ætlan, og tað bar teir á mál í seinnu hálvfinaluni móti KÍ. 

HB-spælararnir og HB-viðhaldsfjøldin fegnast um málið hjá Ara Mohr Olsen

(Hoyr sigursmálið hjá HB, samrøður og samanumtøku)