FM1: Sigursmálið hjá KÍ og samrøður við venjarararnar

(FM1) Hoyr Mikkjal Thomassen (KÍ) og Eyðun Klakstein (Skála) lýsa dystin Skála-KÍ 0-1 (0-1)

Liðskiparin hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen skoraði sigursmálið fyri KÍ á Skála í kvøld

Liðskiparin hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen skoraði sigursmálið fyri KÍ á Skála í kvøld

##med2##

KÍ er greitt oddalið aftaná fyrsta triðingin av kappingini í Betrideildini. Skála hevur í níggju dystum fingið sjey sigrar og tveir javnleikir, og í kvøld fingu teir ein góðan 1-0 sigur á Skála á útivølli. 

Jákup Biskopstø Andreasen, liðskipari skoraði sigursmálið tá ein lítil hálvur tími var farin av dystinum.

Í seinna hálvleiki kundi Jóannes Bjartalíð havt økt til 2-0 til KÍ uppá brotsspark, men Karstin Hansen í Skála-málinum hevði lisið hann av og bjargaði brotssparkinum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra: 

1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá sigursmálinum hjá Jákupi Biskopstø Andreasen. Hoyr eisini Trónd siga frá brotssparksstøðuni og dystarendanum.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen sum kann verða væl nøgdur við fyrsta triðingin av kappingini, og hann er eisini nøgdur við størra partin av dystinum í kvøld. Men Mikkjal skilur ikki hví tað var neyðugt at geva Simen Sandmel seinna gula kortið. Simen Sandmel hevur verið sera eyðsýndur, og verður nú ikki við í dystinum móti HB á útivølli komandi sunnudag.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, ið enn er við gott mót bæði í landskappingini og í steypakappingini, og staðfestir, at kann Skála avrika eins gott og betri enn í kvøld, so hava skálamenn ein góðan møguleika móti B36 komandi fríggjadag, ið er dýri biðidagur. 

NRLiðDystirVJTMálmunurStig
1.972024:523      
2.NSÍ961219:1019      
3.B36960312:918      
4.Víkingur952218:1417      
5.Skála950413:715      
6.HB943215:1015      
7.TB92257:198      
8.EB/Streymur921610:147      
9.ÍF91178:214      
10.AB 910810:273

Liðskiparin hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen skoraði sigursmálið fyri KÍ á Skála í kvøld

(Hoyr hæddarpunktini, og samrøður við høvuðsvenjararnar hjá KÍ og Skála)