FM1, Sjúrður og Janus skrivaðu føroyska útvarpssøgu

(FM1 á OYL) Fyri fyrstu ferð var ein kurvabóltsdystur á oyggjaleikum útvarpaður á føroyskari útvarpsrás

Sjúrður H. Hoydal frásøgumaður og Janus Jakobsen skrivaðu útvarpssøgu við at siga beinleiðis frá einum kurvabóltsdysti á oyggjaleikum (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

Sjúrður H. Hoydal frásøgumaður og Janus Jakobsen skrivaðu útvarpssøgu við at siga beinleiðis frá einum kurvabóltsdysti á oyggjaleikum (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

##med2##

Tað var sera nær við, at føroyska kurvabóltslandsliðið fekk sín fyrsta sigur á oyggjaleikum, tá teir fyrr í dag taptu tepurt 74-79 móti Jersey.

Ein sigur hevði verið søguskriving, men tað var ein onnur søguskriving í dag, og var tann søguskrivingin í útvarpshøpi.

Frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal og viðmerkjarin, Janus Jakobsen gjørdust teir fyrstu at siga beinleiðis frá einum kurvabóltsdysti á oyggjaleikunum í føroyskum útvarpi.

Kurvabóltshugaði og onnur áhugaði hava møguleikan at lurta eftir øllum dystinum og samrøðu við Steen Rói Lorentzen á SoundCloud.

HER er leinkjan til SoundCloud-ljóðfíluna við øllum dystinum. 

##ms##

Sjúrður H. Hoydal frásøgumaður og Janus Jakobsen skrivaðu útvarpssøgu við at siga beinleiðis frá einum kurvabóltsdysti á oyggjaleikum (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)