FM1: Skála fer ikki í summarfrí - mugu í arbeiðshandskarnar

(FM1) Hoyr høvuðsvenjarin hjá Skála, Bill McLeod Jacobsen taka samanum fimm líkinda korter, og eitt tungt seinasta korter í Fuglafirði í dag

Bill McLeod og hansara menn í Skála fara ikki í feriu. Arbeiðshandskarnir mugu finnast fram

Bill McLeod og hansara menn í Skála fara ikki í feriu. Arbeiðshandskarnir mugu finnast fram

##med2##

Leingi var javnleikur í Fuglafirði tá Skála vitjaði ÍF, og skálamenn høvdu gjarna selt dystin fyri at fingið eitt stig.

Men ÍF hevur toppskjúttan í Betrideildini, og seinasta korterið var Skála skotið í sor av reinum hattricki, ið Uros Stojanov skoraði fyri ÍF.

Bill McLeod Jacobsen staðfestir, at tað bleiv sum tað ofta hevur verið hjá Skála í Betrideildini í ár. Tá fyrsta eitt mál fer inn, so er skjótt, at tað næsta kemur.

Bill greiðir frá, at skálamenn fara ikki í summarfrí, tí liðið má í arbeiðshandskarnar. Skaddir menn koma eisini aftur, og tí er týðandi at halda fast við venjingarnar.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Bill McLeod Jacobsen.

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við annan av venjarunum hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus. 

Bill McLeod og hansara menn í Skála fara ikki í feriu. Arbeiðshandskarnir mugu finnast fram

(Samrøða: Bill McLeod Jacobsen)