FM1: SMS-deildin, Okkaradeildin og Evropa Cup í hondbóltstímanum klokkan 15

Í hondbóltstímanum á FM1 í dag klokkan 15.00 viðgerð serfrøðin landskappingarnar og Evropa Cup. Sophus Dal Christiansen og Pole Hansen eru í hondbóltspanelinum, og prátað verður eisini við H71-leikararar, sum gera seg til reiðar at at spæla Evropa Cup í kvøld

Sophus Dal Christiansen (h.m.), hjálparvenjari á kvinnulandsliðnum, mannar hondbóltspanelið saman við Pola Hansen

Sophus Dal Christiansen (h.m.), hjálparvenjari á kvinnulandsliðnum, mannar hondbóltspanelið saman við Pola Hansen

Hondbóltstímin verður at hoyra á FM1 eftir tíðindini klokkan 15.00

H71 spælir í kvøld og sunnukvøldið Evropa Cup í Høllini á Hálsi ímóti Maribor Branik, og  serfrøðin fer í hondbóltstímanum í Sportboxini á FM1, at meta um útlitini fyri hesum dystum. Sophus Dal Christiansen, hjálparvenjari á kvinnulandsliðnum og Pole Hansen mannað hondbóltspanelið í dag.

Eisini verður prátað stutt  við H71-hópin. Einar Jónsson, venjari, og leikararnir, Sigmundur Dahl, Ári Dam og Hilmar Leon Jakobsen fáa orðið.

Serfrøðin viðgerð eisini SMS-deildini, hvat tað merkir fyri føroyskan hondbólt at VB er við afturi og hvørji útlitini eru fyri at enn eitt lið kann leggjast afturat SMS-deildini.

Í Okkaradeildini verður millum annað spurt um StÍF og KÍF fara at spæla finalur í ár og um favorittarnir úr H71 hava vónsvikið í fyrstu umførunum.

Sum vant verður eisini tippað og mett um komandi dystirnar, og lurtarar kunnu senda spurningar og viðmerkingar til serfrøðina á telefon 559999

FM1 hoyrist umvegis internetið á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7;  FM 91,7;  FM 93,9;  FM 95,5  og  FM 98,7.

Sophus Dal Christiansen (h.m.), hjálparvenjari á kvinnulandsliðnum, mannar hondbóltspanelið saman við Pola Hansen