FM1: Søgan endurtók seg hjá TB

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá TB kundi aftur staðfesta eitt gott avrik móti einum Toppliði, ið ikki gav stig tá samanum kom

Høvuðsvenjarin hjá TB, Michael L. Winther ætlar at koma aftur úr summarferiuni við einum áleypara og einum miðvallara fyri at styrkja TB til seinnu hálvu av kappingini

Høvuðsvenjarin hjá TB, Michael L. Winther ætlar at koma aftur úr summarferiuni við einum áleypara og einum miðvallara fyri at styrkja TB til seinnu hálvu av kappingini

##med2##

TB fer í summarferiu røttu megin niðurflytingarstrikuna við seks stigum. TB hevur hóast lítlu úrtøkuna við stigum bert minus níggju í málúrtøku. AB við fýra stigum hevur minus 25 mál, og Skála á aftasta plássið hevur minus 30.

TB-arnir verða ikki niðurspældir móti topp-4 liðunum, og teir stríðast væl, men dystirnir enda við teprum tapum.

Tað var aftur søgan í dag, tá TB tapti 0-1 móti NSÍ við Stórá í Trongisvági. Einsamalla málið Oddur Højgaard skoraði gjørdist munurin millum liðini í dag. 

Michael L. Winther, høvuðsvenjari hjá TB ásannar, at hetta hevur verið afturvendandi søgan hjá TB. Hann kann ikki seta nakað á hugburðin og stríðsviljan, men spillan hjá TB er væntandi neyvleikin frammanfyri málinum hjá mótstøðuliðunum. Aftur í dag kundi TB við nakað betri neyvleika vunnið sær stig.

Michael L. Winther ætlar at koma aftur úr summarferiuni við einum áleypara og einum miðvallara áðrenn TB skal møta HB á ólavsøku. Niðurflytingarvandin hóttir TB enn, og honum ætla TB-arnir at sleppa undan. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Michael L. Winther. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Glenn Ståhl. 

Høvuðsvenjarin hjá TB, Michael L. Winther ætlar at koma aftur úr summarferiuni við einum áleypara og einum miðvallara fyri at styrkja TB til seinnu hálvu av kappingini

(Samrøðan: Michael L. Winther)