FM1: Sørvágskvinnur vunnu seg sannførandi í steypafinaluna

(FM1) Hoyr Sirið H. Samson hjá Mjølni og Ingu Helenu Henriksen hjá SÍ seta orð á greiða 3-0 hálvfinalusigurin hjá SÍ

Dystarmynd frá fbf.fo

Dystarmynd frá fbf.fo

##med2##

Sørvágskvinnur vunnu seg sannførandi í steypafinaluna við einum 3-0 sigri á Mjølni í Badmintonhøllini í Klaksvík. Fyrsta settið vann SÍ lættliga. Mjølnir var munandi betri við í øðrum og í triðja setti, men SÍ hevði munin tá samanum kom. 

SÍ – Mjølnir, kvinnur 3-0 (25-13, 25-20 og 25-19)

SÍ møtir vinnarunum av hálvfinaluni millum Drátt og Fleyr í steypafinaluni í høllini á Hálsi í Havn um fjúrtan dagar.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Hoyr eisini Óla taka stutt samanum settini og dystin.

2) Hoyr samrøðuna Óli gjørdi við Sirið H. Samson hjá Mjølni og Ingu Helenu Henriksen hjá SÍ. 

##med3##

Dystarmynd frá fbf.fo

(SÍ-Mjølnir 3-0. Hoyr avgerandi bóltarnar og samrøður við Sirið H. Samson og Ingu Helenu Henriksen)

Mynd: Óli G. Samuelsen