FM1: Soleiðis fekk KÍ spenning í oddastríðið aftur

(FM1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá málunum og dystarendanum KÍ-HB 2-1 (0-0). Rógvi Jacobsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina

Jóannes Bjartalíð legði KÍ á odda 1-0

Jóannes Bjartalíð legði KÍ á odda 1-0

##med2##

KÍ syrgdi við 2-1 heimasigri á HB fyri, at tað er háspenningur í oddastríðnum í Betrideildini.

Øll málini komu í seinna hálvleiki.

KÍ – HB 2-1 (0-0)

1-0: Jóannes Bjartalíð (49.)

2-0: Páll A. Klettskarð (55.)

2-1: Mikkel Dahl (75.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum trimum málunum og dystarendanum. Rógvi Jacobsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

2) Hoyr Rógva Jacobsen taka samanum dystin. Rógvi metir, at KÍ og HB eru sterkastu liðini í kappingini, og hann vónar, at tað verður ein FM-finala millum KÍ og HB á seinasta leikdegi, leygardagin 7. november. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við annan av málskjúttunum hjá KÍ, Jóannes Bjartalíð. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Jens Berthel Askou. 

Jóannes Bjartalíð legði KÍ á odda 1-0

(KÍ-HB 2-1 (0-0) - málini, dystarendin og samanumtøka frá FM1)