FM1: Soleiðis gjørdist NSÍ fyrsta liðið at vinna á HB í 2020

(FM1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá báðum málunum hjá NSÍ, og hoyr Teitur Joensen taka samanum um ein uppibornan NSÍ-sigur

2-0 heimasigurin hjá NSÍ á HB hevur skapt ein stóran spenning í oddinum í Betrideildini

2-0 heimasigurin hjá NSÍ á HB hevur skapt ein stóran spenning í oddinum í Betrideildini

##med2##

Nú er Betrideildin hjá monnum sum Quizturin hjá Gunnari Nolsøe, háspenningur er í luftini.

NSÍ hevur sett tendrað spenningin í oddinum í Betrideildini við at vinna 2-0 á HB við Løkin í Runavík í kvøld. 

Longu í 11. minutti skoraðu teir gulu til 1-0. Petur Knudsen streyk til baklinjuna í vinstru, legði flatt innfyri, og mitt fyri málinum heilfluktaði Bárður J. Hansen til 1-0. Fýra minuttir undan steðginum økti NSÍ um leiðsluna til 2-0, tá ið Petur Knudsen umsetti brotsspark til mál.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá báðum málunum hjá NSÍ. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

2) Hoyr Teitur Joensen taka samanum ein uppibornan sigur og eitt gott avrik hjá NSÍ, har álopið og Tórður Thomsen í málinum gjørdu tað serliga væl. Teitur Joensen ber uppá mál, at tað kanska kann vera sunt fyri HB at hava tapt ein dyst fyri at stríða seg inn á sigursslóðina aftur. Teitur og Tróndur staðfesta, at nú hava vit eina sera spennandi kapping. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjararnar, Glenn Ståhl hjá NSÍ og Jens Bertil Askou hjá HB.

 

 

 

2-0 heimasigurin hjá NSÍ á HB hevur skapt ein stóran spenning í oddinum í Betrideildini

(NSÍ-HB 2-0, hoyr málini og samanumtøku hjá Teiti Joensen)