FM1: Soleiðis knógvaði H71 enn ein eittmálssigur heim

(FM1) Hoyr spennandi dystarendan H71-KÍF 23-22 (10-10). Hoyr samrøður við Ása Dam hjá KÍF og Djóna G. Joensen hjá H71, og samanumtøku hjá Andriasi Eriksen, viðmerkjara

H71 er víðari aftaná tveir eittmálssigrar í FM-hálvfinalunum móti KÍF í Burn Mansdeildini (Savnsmynd)

H71 er víðari aftaná tveir eittmálssigrar í FM-hálvfinalunum móti KÍF í Burn Mansdeildini (Savnsmynd)

##med2##

H71 er í enn einari FM-finalu hjá monnum. Tað er veruleiki aftaná tveir teprar eittmálssigrar í FM-hálvfinalunum móti KÍF í Burn Mansdeildini. 

Í kvøld vann H71 23-22 í Hoyvíkshøllini í einum sera jøvnum dysti, har avgerðin ikki fall fyrrenn heilt móti endanum. 

H71 møtir antin VÍF ella Neistanum í FM-finalunum har spælt verður best av fimm dystum. Í 2019 spældi H71 fimm FM-finalur móti júst Neistanum.

H71-KÍF 23-22 (10-10)

Toppskjúttar H71: Djóni G. Joensen 8, Leivur Mortensen 3 og Peter Krogh 3.

Toppskjúttar KÍF: Ási Dam 4, Hans Eli Sigurbjørnsson 4, Rani Højgaard 3, Andrias Nielsen 3 og Fríði Weyhe 3. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá spennandi dystarendanum. Andrias Eriksen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina. 

2) Hoyr Sjúrð og Andrias taka samanum dystin. Andrias vísir á, at royndirnar hjá H71 í slíkum dystum vístu seg at vera avgerandi. 

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við ein vónbrotnan Ása Dam hjá KÍF, ið mátti staðfesta, at KÍF hevði tapt í tveimum dystum har teir í báðum førum avgjørt høvdu møguleikan at vinna. 

4) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við ein fegnan toppskjútta hjá H71, Djóna G. Joensen sum var fegin um at sleppa undan triðju hálvfinaluni. Um góðu gongdina hjá sær sjálvum við átta málum segði Djóni, at tað var stuttligt, at hann kundi gera sítt til at vinna H71 í enn eina FM-finalu. 

H71 er víðari aftaná tveir eittmálssigrar í FM-hálvfinalunum móti KÍF í Burn Mansdeildini (Savnsmynd)

(H71-KÍF 23-22 (10-10) - Hoyr dystarendan og samanumtøku, og samrøður við Ása Dam og Djóna G. Joensen)