FM1: Soleiðis legði Dráttur seg á odda í Meistaradeildini

(FM1) Hoyr avgerandi bóltarnar í dystinum KÍF-Dráttur 0-3, og hoyr Petru S. Hansen hjá Drátti og Guðruna L. Joensen hjá KÍF seta orð á dystin

Guðrun L. Joensen (KÍF) og Petra S. Hansen (Dráttur). Mynd: Óli G. Samuelsen

Guðrun L. Joensen (KÍF) og Petra S. Hansen (Dráttur). Mynd: Óli G. Samuelsen

##med2##

Dráttur hevur fyribils lagt seg á odda í Meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti.

Tað gjørdi liðið úr Vága kommunu við at vinna rættiliga sannførandi 3-0 á KÍF á útivølli í høllini í Kollafirði.

Tað leikaði javnt á í øðrum setti, men í triðja setti var talan um eina eyðmýking av heimaliðnum.

KÍF-Dráttur 0-3 (20-25, 24-26, 13-25)

Dráttur er á odda við 12 stigum, Mjølnir hevur 11 stig. KÍF er nummar trý við sjey stigum, og Fleyr hevur seks stig. TB og SÍ eru aftast við ongum stigi.

Í morgin klokkan 14 tekur Fleyr móti Mjølnir í høllini á Hálsi í Havn, og klokkan 15 tekur SÍ móti TB í fimleikahøllini í Sørvági.

Guðrun L. Joensen hjá KÍF heldur, at tað hevur verið alt ov strævið hjá KÍF at spæla tríggjar harðar dystir innanfyri eina viku. 

Petra S. Hansen hjá Drátti vísir á, at tær í Drátti hava eisini spælt tríggjar dystir innanfyri eina viku, og tí var tað líka hart fyri bæði liðini í dag.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Hoyr eisini samrøðuna Óli gjørdi við Guðruna L. Joensen og Petru S. Hansen. 

 

 

Guðrun L. Joensen (KÍF) og Petra S. Hansen (Dráttur). Mynd: Óli G. Samuelsen

(KÍF-Dráttur 0-3, avgerandi bóltarnir og samrøður við Guðruna L. Joensen og Petru S. Hansen)