FM1: Soleiðis setti Skála eld á niðurflytingarstríðið

(FM1) Hoyr Petur Asbjørn Lervig og Ólav Mikkelsen siga frá málunum hjá Skála, og hoyr Sørin N. Samuelsen hjá AB og Niels Paula B. Danielsen hjá Skála seta orð á sigurin hjá Skála

##med2##

Nú er háspenningur í niðurflytingarstríðnum aftaná 2-0 sigurin hjá Skála á AB undir Mýruhjalla á Skála í kvøld. Skála er við seks stigum bert eitt stig aftanfyri AB, og hartil hevur Skála betri málmun enn AB og hava harvið givið sær sjálvum ein eyka møguleika at yvirliva.

Skála – AB 2-0 (1-0)

1-0: Kristian Martin Jakobsen 25.

2-0: sjálvmál 51.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig og debutant-viðmerkjaran, Ólavur Mikkelsen seta orð á bæði málini Skála fekk móti AB í kvøld.

2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Sørin Nygaard Samuelsen hjá AB, ið heldur, at AB stóð fyri einum góðum leikligum avriki og hevði eisini nóg mikið av málmøguleikum til at taka eitt stig við heimaftur. Sørin slær fast, at teir í AB hava ikki mist pippið av ósigrinum, men fara at stríðast fyri tí møguleikanum teir hava.

3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Niels Paula Bjartalíð Danielsen, ið kann staðfesta ein sera týdningarmiklan sigur hjá Skála, men teir hjá Skála eru greiðir yvir, at enn er bjargingi langt frá vís.

4) Hoyr Ólav Mikkelsen taka samanum tað sum hann metir vera ein uppibornan sigur til heimaliðið. 

(Skála-AB 2-0. Hoyr málini, samrøður við Sørin N. Samuelsen og Niels Paula B. Danielsen, og hoyr Ólavur Mikkelsen taka samanum)