FM1: Soleiðis vann B36 sær fyribils oddasessin

(FM1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá teimum trimum málunum hjá B36, og hoyr høvuðsvenjaran, Jákup á Borg seta orð á 3-0 útisigurin við Margáir

B36-arnir feira eitt av teimum trimum málunum teir fingu í kvøld

B36-arnir feira eitt av teimum trimum málunum teir fingu í kvøld

##med2##

3-0 sigurin hjá B36 á EB/Streymi við Margáir í Streymnesi sigur langt frá alla søguna um dystin. Bæði liðini, serliga B36 brendu nógvar málmøguleikar, og eingin hevði hildið tað verið forborgið um tað heldur var 2-5 ella 3-6 enn 0-3.

EB/Streymur – B36 0-3 (0-1)

0-1: Magnus Holm Jacobsen 12.

0-2: Eli Falkvard Nielsen 65.

0-3: Árni Frederiksberg 93.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum trimum málunum B36 fekk í kvøld. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg sum hóast mongu brendu málmøguleikarnar er væl nøgdur við ein 3-0 sigur á tí sum ofta áður hevur verið ein torførur útivøllur hjá B36. Jákup viðgongur tó, at tað gav nakað av høvuðbrýggji tá gamli málrevurin, Arnbjørn Hansen kom á vøllin fyri EB/Streym í seinna hálvleiki. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjara hjá EB/Streymi. Hoyr eisini Teit Joensen, viðmerkjara taka samanum dystin. 


 

 

 

B36-arnir feira eitt av teimum trimum málunum teir fingu í kvøld

(EB/Streymur-B36 0-3. Hoyr málini og samrøðu við Jákup á Borg)