FM1: Soleiðis vann HB 3-1 á Víkingi í steypafinaluni

(FM1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Tróndur Arge segði frá teimum fýra málunum og dystarendanum í steypafinaluni

Adrian Justinussen legði HB á odda 1-0 í finaluni um løgmanssteypið í kvøld

Adrian Justinussen legði HB á odda 1-0 í finaluni um løgmanssteypið í kvøld

##med2##

HB er steypavinnari fyri 27. ferð, og fyri fyrstu ferð í 15 ár.

Adrian Justinussen, Símun Samuelsen og Sebastian Pingel skoraðu málini fyri HB, ið vann 3-1 á Víkingi á Tórsvølli. Andrias Lava Olsen skoraði til 1-2 fyri Víking.

Talan er um 50. heiti hjá HB, ið hevur vunnið FM 23 ferðir og steypakappingina 27 ferðir.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum fýra málunum og dystarendanum. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

Adrian Justinussen legði HB á odda 1-0 í finaluni um løgmanssteypið í kvøld

(Víkingur-HB 1-3: Hoyr Trónd Arge siga frá málunum og dystarendanum)